Lítil línufiskur í væntu

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki tær stóru nøgdirnar av línufiski í næstu viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki tær stóru nøgdirnar av línufiski í næstu viku.

 

- Eitt línuskip kemur inn at landa mánadagin, og eitt skip kemur seinni í vikuni. Hesi skipini hava mest av toski og hýsu.

 

Lagt verður aftrat, at hini línuskipini antin eru byrjaði túr nýliga - ella fara út í næstum. Tí eru tey ikki væntandi inn aftur í næstu viku.

 

- Flestu línuskip, sum eru úti, fiska brosmu og longu, og onkur er á Rygginum og fiskar tosk. Eitt skip er undir Íslandi.  

 

Um útróður veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður góður, men veðurvánirnar eru einki serligar.

 

- Tí vænta vit ikki nógvan útróður í næstu viku, sigur marknaðurin.