Lítil trolveiða í løtuni

Veðrið hevur verið vánaligt, og fá skip eru til fiskiskap. Tí er ikki væntandi, at nógvur fiskur kemur upp á land í næstu viku.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. 

 

Men, tað er framvegis lítil fiskiskapur hjá partrolarunum - ja, fiskiskapurin er vánaligur, sum sagt verður av feltinum.

 

Soleiðis hevur verið í langa tíð.

 

Tað hevur eftir øllum at døma ongan mun gjørt, at nakrar leiðir, sum hava verið stongdar fyri trolveiði, nú eru latnar uppaftur.

 

Í løtuni er eingin djúpvatnstrolari til fiskiskap. Ein og tveir plaga at vera, men nú liggja eisini hesir báðir.

 

Nú veðrið hevur verið so vánaligt hevur heldur eingin av teimum smáu trolbátunum verið úti.

 

- Teir liggja allir, men væntandi fer onkur út aftur, tá veðrið batnar, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, men her er fiskiskapurin einki serligur.

 

Tvey garnaskip fiska havtasku. Einki verður sagt um fiskiskap, men skipini, sum fiska havtasku, plaga at fáa hampiligt burturúr.