Á íslendska Eysturlandinum, tætt við Egilsstaðir liggur lítla bygdin, Breiðdalsvík sum hevur 200 íbúgvar.
Í verandi stund er eingin nýtiligur fótbóltsleikvøllur í bygdini, og tað ætlar ungmannafelagið í Breiðdalsvík at gera nakað við.
Tey ætla at savna pening og at fáa stuðul til at gera ein leikvøll, og hann skal nevnast eftir farna brasilska fótbóltskappanum, Pelé.
Sambært Morgunblaðnum hevur ungmannafelagið, Hrafnkell Freysgóði sent íslendska fótbóltssambandinum opið bræv, har tey boða frá ætlanum sínum um at gera ein leikvøll Pelé til heiðurs, og samstundis søkja KSÍ um stuðul til verkætlanina.