Rættiliga djúp lágtrýst liggja komandi dagarnar nærindis Íslandi. Tí fara fleiri brúgvaløg at troka seg inn yvir Føroyar úr suðri komandi dagarnar.
Hósdagin verður Strúkur í vindi upp í skrið av landsynninig, 13 til 18 metrar um sekundið, sum seinnapartin og um kvøldið snarar í ein sunnan og makar niður í stívt andøvsgul, um 10 metrar um sekundið. Hitin um 10 stig. Skýggjað og regn av og á, men um kvøldið klárar í. Í nátt verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt og hitin millum 3 og 8 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 8 og 10 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, men tó okkurt æli. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig.
Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Um náttina makar hann vindin niður í strúk í vindi av útsynningi, um 13 metrar um sekundið. Tað klárar nakað í, tó verður okkurt æli. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Mánadagin verður stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri og útsynningi, 10 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn, men møguliga eisini sól. Um náttina klárar nakað í, men tó verður okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum 6 og 9 stig.