Lítil áhugi í virkisbygningunum

Av teimum ellivu virkisbygningunum, sum Føroya Banki keypið frá Fiskavirking, er lítil og eingin áhugi í teimum trimum, sum enn ikki eru seldir. Boð eru givin uppá bygningin í Fuglafirði, men ongar ítøkiligar samráðingar hava verið, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka

Í Porkeri, Nólsoy og í Fuglafirði eigur Føroya Banki virkisbygningar enn, og sambært stjóranum í Føroya Banka, Janusi Petersen, er ivasamt, hvussu fer at eydnast at sleppa av við hesar bygningar, sum keyptir vóru frá Fiskavirking, tá Framtaksgrunnurin yvirtók Fiskavirking og 8 av verandi 19 virkjum. Tey 11 keypti so Føroya Banki, har 8 eru seld aftur.


Steinar fyri dyrnar

Í grein í gjár í blaðnum, var sagt, at Fiskavirking hevði ongar ætlanir at gera brúk av flakaútbúnaðinum í bygninginum í Fuglafirði, tó at fuglfirðingar høvdu sett stórar steinar fyri dyrnar á Handils- og frystivirkinum, tí tíðindi vóru farin at hoyrast um, at Fiskavirking skuldi taka flakaútbúnaðin úr bygninginum. Hesi tíðindi visti stjórin Meinhard Jacobsen einki um.

Hin møguleikin var so tann, at Føroya Banki hevði selt bygningin til annað endamál enn fiskivinnu og vildi tí hava útbúnaðin hjá Fiskavirking úr bygninginum, men í hesum eru heldur einki. Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, váttar at boð eru komin uppá stóra bygningin, men ongar ítøkiligar samráðingar hava verið við nakran.


70 mió. kr.

Sambært stjóranum í Føroya Banka, er gamli bygningurin, tá Handils- og frystivirkið, í Fuglafirði ikki í serliga góðum standi, har er nógv bygt aftrat upp gjøgnum tíðina, og tí ikki egnaður til øll endamál, tó at tryggingarvirðið á honum í dag er 70 mió. kr.

Og tað er ikki langt síðan virksemið var í Handils- og frystivirkinum, tí Atlantic Sea hevur arbeitt og fryst pelagiskan fisk í bygninginum, men hesin leigusáttmáli varð uppsagdur fyri kortum, tá Atlantic Sea gavst í bygninginum.