Nærum helmingurin av teimum spurdu siga seg hava minni álit á Jørgeni Niclasen, eftir dómin í Føroya Rætti í gjár.
Meðan hugburðurin til tíðindaflutninginum hjá Kringvarpinum sum heild er óbroyttur, er lítil ivi um, at tollmálið hevur skatt umdømi hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Sambært kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið, hava heili 46 prosent av teimum spurdu minni álit á Jørgeni Niclasen nú enn undan dóminum. 45 prosent siga seg ikki hava broytt meining, meðan 9 prosent siga seg hava størri álit.
Størsti veikleikin í hesi kanningini er allarhelst stóri bólkurin, sum sigur seg ikki hava broytt meining. Við tað, at ikki er gjørligt at vita, hvat álit tey høvdu á Jørgeni frammanundan, er ilt at siga, hví tey ikki hava broytt meining. Hugsandi er, at bólkurin umfatar bæði tey, ið hava fullkomið álit á honum, og tey, ið hava so lítið álit á landsstýrismanninum, at tað valla fær verið minni.
Eftir stendur tó, at tey eru nógv fleiri, ið halda minni um landsstýrismannin í fíggjarmálum í dag, enn áðrenn rættarmálið.
Les eisini Fjórði hvør hevur minni álit á KVF