Tað gjørdi tað longu við pensjónsmálinum og við fiskivinnupolitikkinum. Í báðum førum lovaði hann eitt, men gjørdi nakað annað. Tá talan er um feløg hjá løgmanni, sum fara av knóranum, so er einki ólógligt í tí, men ein løgmaður má ikki siga ósatt, sigur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis.
Eigur løgmaður alment at greiða frá rætta samanhanginum – dokumentera tað, hann sigur?
Sjálvandi tað. Men hetta er fyrst og fremst eitt mál millum tykkum, sum seta sjóneykuna á málið, og so løgmann.
Nú tað er prógvað, at felag hjá løgmanni hevur pádrigið landinum og øðrum tap, eigur tað at fáa avleiðingar?
Tað havi eg onga viðmerking til. Hetta er eitt meira ørvísi mál um privatu viðurskiftini hjá løgmanni, men tað er gott, at slík mál verða fylgd til dørs og kannað, sigur Høgni Hoydal.










