Annfinn Brekkstein
Í 2006 er kravið, at loftmiðlarnir er óheftir og ikki politiskt litaðir. Ikki kann sigast annað, enn at Útvarpið og Sjónvarpið hava ein stóran trupulleika, tá tað snýr seg um at verða politiskt óheftur.
Jógvan Arge, er varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, valdur á tjóðveldislistanum og hevur sitið á tingi fyri tjóveldisflokkin. Leivur Hansen er fyrverandi borgarstjóri, valdur á tjóveldislistanum og núverandi býráðslimur.
Báðir hesir arbeiða ávikavist í Útvarpinum og Sjónvarpinum, og so kunnu fólk sjálv gera sær sína hugsan, um tað er rætt ella skeivt, og um tíðindaflutningurin er óheftur politiskt ella ikki.
Vit, hyggjarar og lurtarar, hava ilt við at finna útav, nær sjónvarpsmaðurin tosar sum SEV-stýrislimur ella sjónvarpsvertur. Hetta er bert eitt dømi av mongum.
Ella nær útvarpmaðurin úttalar seg sum varaborgarstjóri ella formaður í byggi- og býðarskipanarnevndini. Ella um hann umboðar tjóveldisflokkin ella er útvarpsvertur. Tað vísir seg, at alt ber til hjá ávísum politikarum og ávísum politiskum flokki.
Mín áskoðan er púra greið, at skulu vit hava óheftan tíðindaflutning, so skuldu báðir fingið boð um at farið í farloyvi frá sínum størvum í ávikavist Útvarpinum og Sjónvarpinum. Tá høvdu lurtarar og hyggjarar havt virðing fyri stovnunum, og harvið mett teir sum óheftar og álítandi stovnar.
Hvar er kringvarpstjórin ella leiðslan í hesum stovnum? Ella er nøkur leiðsla? Kanska situr leiðslan á heilt øðrum stað? Mín uppfatan er púra greið, at vit hava eitt høvuðleyst útvarp og sjónvarp, vavt inn í ávísan politiskan flokk.
Soleiðis kann ein almennur og óheftur stovnur (tað skal Kringvarpið eitast at vera) verða brúktur ella misbrúktur til fyrimuns fyri ein politiskan flokk, nevnliga tjóveldisflokkin.
Tað er upp á hægstu tíð, at vit fáa eina fjølmiðlaábyrgdarlóg. Og vil eg hervið spyrja Jógvan á Lakjuni, landstýrismann í mentamálum, hvat verður av hesi fjøðmiðlaábyrdarlógini. Ella skulu vit yvirhøvur vænta okkum at fáa eina slíka lóg?










