Litfagrir møblar í "skúlagarði"

Stór og litrík borð prýða nú "skúlagarðin" og eru til stóra gleði fyri børnini.

 

"Skúlagarðurin" í Trongisvágs skúla er nú vorðin heilt øðrvísi á at líta. Stór og litrík borð prýða nú garðin og eru til stóra gleði fyri børnini í fríkorterinum. 

 

Forkvinnan í skúlastýrinum, Súsanna Bertholdsen, sigur, at snotuliga og litfagra innbúgvið riggar væl.

 

- Hetta fer eisini at lætta um møguleikarnar hjá lærarum at skipa fyri øðrvísi undirvísing, eins og næmingarnir fegnast um broytingina.

 

Tað er skúlastýrið, sum saman við skúlagarðsbólkinum hevur tikið stig til at keypa innbúgvið av árligu játtanini, sum tey hvørt ár fáa frá Tvøroyrar býráði.

 

- Hetta er ein játtan, sum vit sjálvi ráða yvir, sigur ein fegin skúlastýrisforkvinna, Súsanna Bertholdsen.