Litføgur listaframsýning

Mánamorgunin lat ein litgføgur framsýning við 55 listaverkum upp í SMS. Framsýningin er opin til leygardagin 16 apríl

55 listaverk, sum málað eru í tíðarskeiðnum frá 2003 til 2005, verða í hesum døgum sýnd fram á Torginum í SMS.
Tað er íslendingurin Elias Bergsson, sum í nógv ár hevur búð í Føroyum, sum sýnir fram myndir. Talan er mest um akrylmálningar saman við vatnlitsmyndum.
Elias Bergsson sigur, at honum dámar væl, at myndin hevjar seg sjálva fram í litunum, og tað hevur hann eisini lagt dent á. Tað fyrsta, ein leggur merki til við framsýningini, eru teir sterku, kláru litirnir.
Myndirnar, sum Elias Bergsson sýnir fram í SMS, eru fyri tað mesta naturalistiskar. Tó eru nakrar abstraktar uppií. Hann sigur, at honum dámar best at mála føroysk motiv. Serliga gamlar bygningar og landsløg, dámar honum væl, sigur hann.
Hann sigur, at hóast hann altíð hevur teknað og málað, er hetta hansara fyrsta framsýning nakrantíð.
?Tað er onkur, sum líkasum hevur trýst á, fyri at fáa meg til hetta sigur hann.
Hann greiðir frá, at hann plagar at taka myndir, sum hann so málar eftir. Hann málar heima á Argjum, sigur hann.
Elias Bergsson er útbúgvin málari. Men tað er sum handverkari, bygningsmálari, sigur hann. Sum listamálari er hann sjálvlærdur.