Litblindur telduskíggi

Eizo, hevur sum fyrsti framleiðarin av telduskíggjum gjørt ein skíggja, sum ger hyggjaran »litblindan«. Hetta verður gjørt, so forritarar av telduskipanum, heimasíðum v.m. hava møguleika at síggja, hvussu litblind upplivan skíggjamyndina. Mett verður, at á leið 200 mió fólk eru litblind, og tí er umráðandi, at eisini hesi hava fulla nyttu av teimum møguleikum, sum kunningartøknin gevur.