Litaviski venjarin: Føroyska áskoðarafjøldin átti stóran lut í sigrinum

Herlander Silva vónar og væntar eitt betri litaviskt avrik á heimavølli

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti avrikaði væl í fyrra Play Off dystinum móti Litava í høllini við Tjarnir.

 

Føroyar vunnu 36-26, og hava harvið eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Jonova í Litava.

 

Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 14, tað er klokkan 16 litaviska tíð. Samlaði vinnarin tekur lut í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi.

 

Litaviski venjarin, Herlander Silva heldur, at fantastisku føroysku áskoðararnir áttu sín stóra lut í, at Litava tapti so greitt fyri Føroyum við Tjarnir. Við heimasíðuna hjá litaviska hondbóltssambandinum sigur Herlanderis Silva: - Eg haldi allir hondbóltsfjepparar áttu at sæð hendan dystin. Stemningurin var heilt ótrúligur, og okkara ungu leikarar kundu á ein ella annan hátt ikki standa fyri trýstinum frá áskoðarafjøldini. Vit gjørdu mistøk, ið vit ikki kunnu loyva okkum at gera á hesum støðinum. Men vit læra av okkara mistøkum, og eg vænti, at okkara spæl í returdystinum í Jonava verður nógv betri. Okkara lið fer at stríðast fyri sínum møguleika. Sigur Herlanderis Silva. 

 

Gabija Pilikauskaitė sum skoraði níggju mál móti Føroyum vónar, at Litava kann fáa eins góðan stuðul á sínum heimavølli. Við heimasíðuna hjá litaviska hondbóltssambandinum sigur Gabija Pilikauskaitė: - Undan dystinum móti Føroyum vóru vit allar sera spentar, og vit vildu veruliga vinna. Vit fingu ikki eina lætta byrjan upp á dystin, men aftaná fyrra hálvleik trúðu vit enn upp á okkara møguleika. Tá tyktist ein sigur ella ein javnleikur møguligur hjá okkum. Men møðin gjørdi um seg. Vit byrjaðu at gera mistøk, og tað gagnnýttu okkara mótstøðukvinnur. Sigur Gabija Pilikauskaitė. Hon leggur aftrat: - Stuðulin frá okkara áskoðarum verður sera týdningarmikil, tí teirra orka og trúgv fara at geva okkum styrki og íblástur til at stríðast til dysturin er liðugur.