Rúsevni: Tað er drúgt, tá ið politiið kannar tey stóru rúsevnismálini.
Tveir menn, sum vórðu tiknir 13. november og varðhaldsfongslaðir dagin eftir, sita framvegis í varðhaldinum. Mánadagin varð varðhaldsfongslingin longd við fýra vikum aftrat.
− Men nú vænti eg ikki, tað verður so leingi aftrat, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum.
Menninir eru litavar og ávikavist 24 og 22 ára gamlir.
Teir komu til Føroya við Norrøn u, og av tí at tollararnir høvdu illgruna um rúsevni, varð bilurin kannaður væl og virðiliga. Kanningin var so drúgv, sluppu menninir ikki víðari við ferjuni til Íslands, hagar teir ætlaðu sær.
Í fyrsta umfari funnu tollararnir einki í bilinum, men nakað seinni varð hald lagt á bilin, sum varð pilkaður sundur, og tá vórðu rúsevnini funnin.
Líka síðan 14. november hava teir báðir menninir sitið avbyrgdir í hvør sínum kliva. Mánadagin avgjørdi rætturin, at teir skulu sita avbygdir í tvær vikur aftrat. Hinar báðar vikurnar kunnu teir vera saman við øðrum í varðhaldinum.
Menninir nokta seg sekar og siga, at teir koyrdu ikki rúsevnini í bilin, sum teir eru skuldsettir fyri at hava gjørt.
Av tí at menninir nokta seg sekar, og kravið helst verður fongsul í meira enn fýra ár, kann tað henda, at menninir koma fyri nevningating.