Stóri skelkurin í evropeiskum fótbóltshøpi hendi í Rumenia ígjár. Lítil ivi varð millum fótbóltsserfrøðingar og veddingarfyritøkur, at Rumenia mundi fara at vinna ein tryggan sigur á Litava. Rumenar løgdu eisini dystin uttanfyri Bucharest, í býnum Cluj. Nýggi landsliðsvenjarin hjá Litava, José Couceiro segði tó áðrenn dystin, at hann á venjingarlegu í Slovakia fyrireikaði liðið til at vinna. Og tað vísti seg aftur á vøllinum. Tá hálvur tími var farin hevði Marius Stankevicus lagt Litava á odda 1-0. Saulius Mikoliunas økti til 2-0 tá 70 minuttir vóru farnir. Stutt áðrenn leiklok varð sensasjónin fullkomin, tá Mindaugas Kalonas staðfesti sigurin, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 3-0. Marius Stankevicus segði aftaná dystin: ?At samanhaldið hjá liðnum, er tann størsta styrkin. Tað er ein sera góður andi í hópinum. Allir vilja veruliga umboða Litava.? Komandi mikukvøld tekur Litava ímóti Eysturríki. Mikukvøldið 15. oktober tekur Litava á fjórða sinni ímóti Føroyum á heimavølli. Tá hava okkara menn fýra dagar frammanundan spælt ímóti Eysturríki á heimavølli.