Eftir tveir 6-0 lúsingar eru tað ivaleyst tey, sum vóna, at tað skal ganga øðrvísi hjá Føroyum, tá ið mótstøðuliðið leygardagin 7. oktober á Tórsvølli verður Litava. Leygarkvøldið spældi Litava fyri fyrstu ferð í hesi EM undankappingini. Avrikið hjá Litava, sum spældi á útivølli móti italsku heimsmeistarunum, bendi avgjørt ikki á, at Føroyar standa fyri lættari uppgávu. Úrslitið í Italia var 1-1. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Í 21. minutti legði Tomas Danilevicius Litava á odda, og níggju minuttir seinni javnaði Filippo Inzaghi fyri Italia.