Álit um grundlóg handað løgmanni

Grundlógararbeiðið hevur verið ávegis í longri tíð, og nú røkist okkurt fyri, at føroyingar fara at síggja eina ítøkiliga grundlóg. Í gjár varð grundlógarálitið nevniliga handað Føroya Landsstýri. Tað er grundlógarnevndin, sum hevur arbeitt við hesum álitinum. Tað var Føroya Løgting, sum á vári 1999 samtykti, at táverandi landsstýri skuldi seta nevnd at gera føroyska grundlóg. Nú er arbeiðið komið so langt, at grundlógarnevndin hevur latið álit úr hondunum, sum tó ikki er tað endaliga álitið.