Álit og trúvirði blikna

Tá vanligi borgarin ikki skilir hvat gongur fyri seg, missir hann álitið á bæði politisku skipanina og embætisførsluna í umsitingini, heldur formaðurin í Sjálvsstýisflokkinum

Vanligi føroyingurin missir álitið á umsitingini og politiska valdinum, tí hann skilir ikki tað, sum fer fram, heldur formaðurin í einum av smagonguflokkunum.
?Vit skuldu hava ein skipan, sum var gjøgnumskygd, men málið um Jógvan S vísir, at høvuðstrupulleikin í øllum er júst, at vanligi maðurin ikki skilir skipanina og mannagongdirnar, ið brúktar verða, staðfestir Kári P. Højgaard formaður Sjálvsstýrisfloksins.
?Nú skal Jacob Vestergaard koma við síni niðurstøðu, sum vit so fara at taka støðu til, sigur hann. Men tað er greitt, at hetta er eitt óheppið mál, har Jacob Vestergard kemur at sita eftir við svartaperi, líkamikið, hvat han kemur til. Og hetta málið fer eisini at skaða trúvirðið og álitið á skipanina.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum skal hava frið at avgreiða málið um Jógvan S, uttan at vit fara at siga nakað um misálitsuppskot ella annað tílíkt, sigur Kári P. Højgaard.
?Jacob Vestergaard hevur arvað ein trupulleika, hann ikki er partur í, og tað er óheppið at fara at leggja træyst á hann, meðan málið verður viðgjørt, sigur sjálvstýrisformaðurin.