Niðurstøðan hjá Annlis var púra greið, at menningin skuldi byggjast á "álit - heldur enn eftirlit", sum hon tók til. Álit skal verða garanturin fyri menningini av fólkaskúlanum framyvir og eftirlit er nakað, vit bara seta eina parentes um.
Haldi, at Annlis hevur fingið hesi hugtøk nakað skeivt í hálsin. Eftir hennara fatan er ein andsøgn millum tað, at partarnir sum varða av skúlanum hava álit á hvørjum øðrum, og tað, at eitt ávíst eftirlit er við frálæruni í skúlanum. Eftir mínum tykki nýtist als ongin andsøgn at verða millum álit og eftirlit, heldur tvørtur í móti. Eitt eftirlit er eitt sera væl hóskandi amboð og alneyðugt har-afturat til tess at tryggja, at gott álit er partanna millum og ikki minst, tá vit tosa um menning av frálæruni!
Havi í nógv ár arbeitt við eftirliti við fiskaframleiðslu á sjógvi og á landi. Havi mett um fram-leiðslu-viðurskiftini á skipum og á virkjum upp móti reglunum og givið leiðsluni frágreiðing um tey staðfestu frávikini, sum so leiðslan skal tryggja, at tað verður rættað uppá.
Tað eru sjálvandi bæði positivar og negativar upplivingar fyri báðar partar-nar í einum slíkum eftirlitið, ongin ivi um tað. Men mínar royndir eru, at har álit er millum partarnar, er eitt skikkað eftirlit til stórt gagn fyri tann, sum er undir eftirliti. Tað er nú einaferð soleiðis, at virkisleiðslur av góðum grundum ikki síggja tað sama sum tey, sum bert vitja av og á og harafturat hava venjing í at observera. Uttan at taka munnin ov fullan so eri eg sannførdur um, at tað eftirlit, sum skip og virkir eru undirløgd frá myndugleikans síðu, eigur týðandi leiklut í at støði í fiskaframleiðsluni er í støðugari betring.
Virkini eru undirløgd onnur eftirlit eisini, til dømis eru keyparar av vørunum týðum á eftirlitsvitjan og meta um støði og vørur. Omaná hesi eftirlit eru fleiri virkir farin í holt við at fáa stítt góðkukervið mett og sertifiserað av triðja parti, eitt nú eftir ISO-standardunum.
Umframt at virka í eftirliti, havi eg í mínum arbeiði eisini roynt at siti hinumegin borðið, at verða tann, sum verður mettur. Hetta av umboðum fyri útlendskar myndugleikar (ES). Havi tí eisini verið í somu støðu sum tey, eg havi havt eftirlit við. Eg skal viðganga, at tað er hart at fáa allar teir naknu sannleikarnar at vita, og tað skal vendast og tyggjast væl, áðrenn alt hetta kann svølgjast. Kan heldur ikki burturforklára at ein fær eina kenslu av at verða settur upp á pláss.
Ein slík meting verður gjørd av skikkaðum fólki og sæð positivt er tað ein stór avbjóðing at samstarva við felagar á henda hátt. Tey hava staðfest tað, vit áttu at havt staðfest og tað fakliga kjakið verður so um, hvørjar rættandi atgerðir eru hóskandi og sjálvandi fer ein at endurskoða seg sjálvan og reglur arbeitt og mett verður eftir.
Í okkara høvuðsvinnu er tað vorðið vanligt við regluligum metingum av ymiskum slagi og alla tiðina arbeiða við at gjøgnumføra tær betringar, sum eru neyðugar og ynskiligar fyri ikki at detta niður í millum. Hetta meira og minni konstanta eftirlitstrýst á virksileiðslur hevur eftirhondini gjørt, at eftirlitsvirksemi nú er vorðið ein nátúrligur partur í stýringini av virkjunum.
Aðrastaðni í samfelagnum - líka frá minsta handlinum í SMS til Atlantsflog - er tað eisini púra vanligt at leiðslur hava neyvt eftirlit við og innlit í tað, sum fyriferst í fyritøkuni. Uttan henda stýringsmøguleika hevði fyritøkan skjótt verið á fallandi fóti.
Men aftur til fólkaskúlan? Mínar royndir við fimm børnum í fólkaskúlanum er, at tað er stórur munur millum skúlar og eisini er stórur munur í frálæruni og trivnaðinum millum flokkarnar í sama skúla. Orsøkirnar til munirnar kunnu verða margfaldar og skal eg ikki koma nærri inn á tað her. Men eg ivist onga løtu í, at ein máti at koma mununum til lívs og at menna støði í frálæruni og trivnaðinum alla tíðina, er at skipa fyri einum skikkaðum eftirliti við tí, sum fyriferst innan skúlans gátt.
Fáa vit gjørt tey mál Annlis tosaði um ítøkilig og málbar og fylgd upp við ítøkiligum málsetningum, politikkum, reglum og mannagongdum fyri frálæruna og øðrum viðurskiftum í skúlanum hava vit eitt gott grundarlag at byggja víðari á.
Næsta stigið verður at fáa snikkað til eitt neyvt og skikkað eftirlit, sum við at seta veruleikan í frálæruni og trivnaðinum upp í móti teimum niðurskrivaðu málunum, er ført fyri at meta um og vísa á, á hvørjum økjum og hvussu betringar kunnu fremjast í skúlunum.
Kann verða, at hetta tiltak ikki verður tikið væl í móti av einstøkum lærarum, tí teir nú skulu venja seg við, at hugt verður yvir aksalrnar á teimum. Men tá henda barnasjúkan er lekt, standa allir møguleikar opnir til nøkur lop á menningarleiðini og fólkaskúlin kemur inn í eina positiva ringrás.
Eftirlitið er eitt sterkt amboð vit foreldur, lærarar, skúlaleiðslur og myndugleikar hava í hondini, so tað ræður bara um at brúka tað!
Jú, jú álit skal til, men tað verður eftirlitið, sum framleiðir tað.