- Skal listin stýrast? Og hvør skal stýra henni? Hesir spurningar verða millum annað settir, tá almennur fundur um list og almennar pengar verður í Miðlahúsinum mikukvøldið klokkan átta.
Tað eru ikki nógvir pengar, vit játta til listarliga skapan. Men nakrar milliónir eru tað kortini tilsamans.
Hvussu skulu hesir pengar brúkast? Skulu vit yvirhøvur, frá almennari síðu, stuðla list, sum ikki klárar at skapa sítt egna, fíggjarliga grundarlag.
Og um vit skulu stuðla list, hvussu skal tað so gerast? Hvør skal gera av, hvat skal stuðlast? Skulu tað vera politikarar? Ella embætisfólk í Mentamálaráðnum? Ella fólk við viðkomandi útbúgvingum?
Og hvørji skulu kriteriini vera? Hevur sokallað »góð« list, sum vendir sær til fá fólk, størri rætt til stuðul enn meira fólkslig list, sum fleiri fólk taka til sín?
Skulu vit, gjøgnum tann almenna stuðulin, stýra listini ein ávísan veg?
Hesir spurningar eru aktuellir, nú ætlanin er at umskipa Mentanargrunn Landsins, sum býtir út ein stóran part av pengunum til list í Føroyum. Og teir verða umrøddir á almennum fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið 10. mars klokkan 20.00 undir yvirskriftini: Stýring ella villur vøkstur?
Við pallborðið sita fólk úr føroyska listaumhvørvinum, sum hava havt greiðar meiningar um hesar spurningar: Oddfríður Marni Rasmussen frá Listafólkasambandi Føroya, Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, umframt eitt umboð fyri Tjóðpall Føroya.
Tað er Tjóðveldi, sum skipar fyri fundinum.