Klaksvík: Allir fýra býráðslimirnir hjá flokkinum stilla uppaftur, og afturat teimum eru bæði fólk, sum áður hava verið uppstillað, og okkurt nýtt andlit.
Valevnini eru Erik Andreasen, Helena Gudjónsson, Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, Petur Hans á Høvdanum, Karl Birgir Isaksen, Thomas Jacobsen, Jógvan við Keldu, Pauli Klakstein, Jógvan Lutzen og Kristian Fríðrik Olsen.
Erik Andreasen, Jógvan við Keldu, Jógvan Lutzen og Kristian Fríðrik Olsen hava umboðað Fólkaflokkin í býráðnum farnu fýra árini.