Listfrøðingurin: Ein fín frásøgn

Nornur ímyndar ein løgnan heim á einum líka so løgnum stað. Eitt fínt val av prýðing á einum sjúkrahúsi, heldur Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur

Eitt verk sum Nornur má leggja upp fyri tí høpi, tað er partur av. Vit hava spurt Inger Smærup Sørensen, listfrøðing, hvussu hon heldur hetta er eydnast.
 Samanumtikið haldi eg, at verkið stillar seg sjálvt á ein sera beinleiðis og áhugaverdan hátt í mun til bæði stað og høpi, umframt at Nornur er eitt fínt val til prýðing av einum almennum høli, sigur Inger.
Meir enn eitt gott hugskot
Inger vísir serliga á, hvussu verkið sum kollaga setir átrúnaðarligar ella andligar ímyndir saman við meir al­mennum lívssúmbolum sum fruktbæri og tað forgeingiliga.
 Á hendan hátt tekur myndin teg inn í eitt univers, har fleiri heimar hittast og sameinast. Eitt løgið stað, líka so løgið, sum eitt sjúkrahús, sigur Inger.
Hetta blandið av ymsum heim­um gevur myndini eitt serstakt grundhuglag. Inger vísir á, at listamaðurin sjálvur hevur sagt, at myndin skuldi vera lívs­játtandi, men eftir hennara tykki eru tað eisini órógvandi element í myndini. Afturlatnu eyguni á nornunum, teirra eftir øllum at døma ónátúrliga longu armar og óskiljandi mátin, tær eru settar millum flokkar av svanum, klæðini, sum tykjast fremmand og ókend umframt støddin á myndini sjálvari skapa ein heldur sterka órógv.
 Sjálvt um teir eru vakrir, virka svanirnir eisini eitt sindur ræðandi uppá meg. Eg veit ikki, um tað kemst av hóttanini um fuglakrím í hesum døgum, ella um tað er kenslan av tí óendaliga, sum tekur meg av fótum. Kortini síggi eg hesar órógvandi partarnar sum eina styrki í myndini  teir eru við til at lyfta myndina út yvir bara at vera eitt gott hugskot, heldur Inger
Skapar kjak
Sambært Inger er Edward Fuglø ein framúr góður myndprýðari, sum skilur kynstrið at metta myndir við frásøgnum og hugasambondum, umframt at hann dugir at seta ferð á hugflogið hjá áskoðaranum.
Eisini heldur hon tað vera spennandi at síggja, at summi føroysk listafólk eru farin at brúka frásøgulig element í teirra verkum  nakað vit ikki hava sæð síðani William Heinesen, vísir Inger á.
 Júst tað frásøguliga er eisini eitt eyðsæð val til eina prýðing av einum almennum høli, við tað at verkið á ein sera einfaldan hátt setur eina samrøðu í gongd. Og Nornur riggar, sum tað skal og skapar kjak. Tað hoyrdi eg, tá eg var og hugdi eftir mynd­ini, sigur Inger Smærup Søren­sen.