Listaverkstaður í Vági

Tann 20. juli lat upp listaverkstaður í Gamla Skúla á Vágsvegi 101 við donsku

listakvinnuni Dorte Tilma.

Hesin arbeiðsverkstaður verður opin frá 20. til

22. juli kl. 13-17. Í døgunum 23.-25. juli 2010 hevur Dorte framsýning í

somu hølum. Framsýningin letur upp fríggjadagin kl. 14. Leygardagin og

sunnudagin er opið frá kl. 12-17.

Dorte Tilma býr í Højbjerg við Århus. Hon starvast sum organistur í Langenæs

Kirke í Århus, undirvísir á Vestjysk Kirkemusikskole, og so er hon

harafturat fjøltáttað listafólk. Hon fæst m.a. við pílaflætting, vevlist,

myndlist og bindingarlist. Dorte var í umleið 10 ár kórleiðari hjá

kirkjukórinum Ljómi í Vági. Hon hevur verið fimm uttanlandaferðir við

Ljómi. Hon hevur havt fleiri orgulkonsertir í Føroyum.

Dorte byrjaði at arbeiða við píli í 1980?unum. Hon er við í listabólkinum

Baskets4life, sum arbeiðir við at gera danska list í afrikanskum rammum.

Dorte arbeiðir nógv við hondunum, hon bindir, vevar, flettar píl og spælir

orgul. Hon hevur havt egnar framsýningar í Danmark og Føroyum. Í døgunum

fram til framsýningina í Gamla Skúla fer hon at ganga túrar í Suðuroynni og

leita sær íblástur til installatiónir, sum hon ætlar at hava við á

framsýningini.

Tað er ókeypis at vitja framsýningina og listaverkstaðin hjá Dorte Tilma.