Listaverkini hjá Føroya Banka virðismett

Tey 740 listaverkini, sum mentamálaráðið skal keypa frá Føroya Banka, eru nú virðismett Talan er um tvær metingar. Bárður Jákupsson hevur mett listaverkini fyri mentamálaráðið, og danska uppboðssølan Bruun Rasmussen hevur mett listaverkini fyri Føroya Banka. Nú skulu Mentamálaráðið og Føroya Banki so samanbera metingarnar.

Í Føroya Banka eru umleið 1.000 listaverk, og tað almenna ætlar at keypa umleið 740 av teimum.

Føroya Banki skal hava pengarnar fyri listaverkini í hondina, og tí er neyðugt hjá mentamálaráðnum at fáa pengar til vega, at keypa listaverkini fyri, sigur Kringvarpið.