Í gjár klokkan 16 varð nýggja listaverkið hjá Edwardi Fuglø avdúkað í skúlanum við Løgmannabreyt. Í morgin verður móttøka í skúlanum. Størsta listaverkið hjá Edwardi Fuglø ? í vavi í hvussu so er ? varð í gjár klokkan 16 avdúkað í skúlanum við Løgmannabreyt.
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum avdúkaði verkið, og áðrenn tað hevði Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini, hildið røðu, umframt, at listamaðurin sjálvur greiddi frá um verkið.
Jógvan Arge greiddi millum annað frá, at Verkið er ein myndrond kring alla høllina. Brotapettini eru í ymsum litum og úr ymsum tilfari. Nøkur eru úr gulli og øðrum metalli, onnur úr plasti og foliu. Tað ber til at eygleiða og uppliva rondina úr øllum sjónarhornum - niðri á gólvinum undir brúnni, ella uppi á brúnni.
Og, at heildin í listaverkinum lýsir eina søgu um næmingin, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars. Søgan í myndrondini er um næmingin, ið lurtar og sær, og lærir seg at týða tekin.
Millum klokkan 15 og 17 í morgin verður almenn móttøka í skúlanum við Løgmannabreyt, har tað ber til at síggja nýggja listaverkið.