Listatúrur við Stóravatn

Seinnapartin í dag fer svenski listamaðurin, Karl Chilcott, at greiða frá og vísa listaverk, hann hevur gjørt kring Skarvanes

Tað er klokkan 14 í dag, at hesin serliga listatúrurin verður við Stóravatn við Skarvanesvegin.

Har fer svenski listamaðurin, Karl Chilcott, at greiða frá og vísa nøkur av listaverkunum, hann síðstu vikurnar hevur gjørt kring Skarvanes.

Talan er um uttandura installatiónir, sum hann hevur gjørt við berum hondum og opnum sinni burtur úr náttúrligum tilfari, sum gróti, grasi, mosa og vatni.

Listaverkini verða givin út í bókini, “Art in Nature”, sum verður tann sætta í røðini við listaverkum hansara.

Listatúrurin, sum verður í einar tveir tímar, endar á Skarvanesi, har luttakararnir fáa drekkamunn og ein køkubita.