Í samgonguskjalinum fyri 2019-23 stendur, at nøkur viðurskifti á listaøkinum skulu endurskoðast. At endurskoða er eitt breitt fyribrigdi, sum kann fevna um nógv. Tí spyrja vit nýggja mentamálaráðharra Føroya, Jenis av Rana, hvat tað merkir, at skipanin við mentanar- og listastuðli skal endurskoðast.
- Tað er í dag eitt hav av stuðulsmøguleikum. Stundin er komin at eftirmeta skipanina fyri at finna út av, um vit skulu leggja á annan bógv og gera nakrar aðrar stuðulsmøguleikar. Tað vera nógvir pengar givnir út til listafólk hvørt ár, men spurningurin er, um teir koma teimum røttu til gagns, sigur Jenis av Rana og vissar fyri:
- Ætlanin er ikki at gera nakrar skerjingar ella slóðbrótandi broytingar, men heldur tryggja, at eingin dettur niður ímillum.
- Eingin skal liva av stuðli
Jenis av Rana sigur, at tað almenna stuðlar longu listafólkum í stóran mun, og hetta burdi verið nóg mikið.
- Mann kann ikki bara fáa og fáa. Tað skal eisini vera ein ávís portión av egindrift. Eingin skal liva av stuðli burturav, sigur hann.
- Tað er ikki altíð, tað er gagnligt at stuðla og geva pengar út. Vit skulu heldur finna tey evnaríku, sum klára at brúka sínar gávur, og tey skulu fáa góðar umstøður, millum annað hølismøguleikar, sigur Jenis av Rana.
Listafólk skulu finnast tíðliga
Hann heldur tað vera eina gongda leið at fokusera uppá listaspírar í fólkaskúlanum og barnagarðinum.
- Í skúlanum leggur mann stóran dent á tað verkliga og bókliga, og tí er tað lætt hjá børnum við listarligum gávum at detta niður ímillum. Mann má byrja longu í barnagarðinum at finna tey børnini, sum hava evnini, og hetta skulu lærarar og námsfrøðingar hava í huga, sigur hann.
Nýggi mentamálaráðharrin er opin fyri hugskotinum at menna listaútbúgvingina til eisini at fevna um eina myndlistaleið.
- Tað vil eg absolutt arbeiða fyri. Tey á Fróðskaparsetrinum eru vælkomin at koma og tosa við okkum, og so finna vit óivað útav onkrum.
Lív skal í Hoydalar aftur
Í næstum flyta LISA og Tjóðsavnið eftir ætlan inn í bygningarnar í Hoydølum, sum skal vera ein mentanardepil. Men nýggja samgongan heldur, at ætlanirnar við Hoydølum eru ov ógreiðar.
- Verkætlanin hevur gingið øgiliga seint, og vit vita lítið um smálutirnar. Vit vilja gjarna kanna avtalurnar nærri. Men vit fara ikki at taka nakað frá teimum, sum hava fingið, sigur Jenis av Rana, sum vil hava lív aftur í Hoydalar sum skjótast.
- Vit vilja hjálpa LISA og Tjóðsavninum at koma í gongd. Men um tey ikki síggja seg før fyri tí, so mugu vit hjálpa onkrum øðrum. Vit vilja bara tryggja, at Hoydalar aftur verður eitt stimbrandi stað, har fólk kunnu leita sær. Hatta er jú ein perla mitt í høvuðsstaðnum, sigur hann.