Listastevnutíðindi
DISNEY - FYRSTU FER Í EVROPA
Samstarvandi partur í Listastevnu Føroya er biografurin Havnar Bio.
Í samrá vi sty´ri fyri Listastevnu Føroya er aftur í ár
hepnast
biografinum at fáa ny´ggjar góar filmar, sum ikki hava veri
sy´ndir í
Føroyum áur.
Millum hesar filmar eru eisini barnafilmar. Ein teirra, "Lilo og Stitch" er
ny´ggjur Disney teknifilmur. Hin 10. august verur hesin filmur fyri
fyrstu
fer sy´ndur í Evropa!
Sy´ningarstaur er Havnar Bio.
Í filminum, sum fær framúr ummæli, er ein hópur av Elvis-sangum. So her er
ein rættur filmur bæi fyri fair og son, móir og dóttir.
Hvønn leygardag og sunnudag, mean Listastevnan er, vera
barnafilmar sy´ndir
í Havnar Bio. Umframt Disney filmin "Lilo og Stich", er talan um
Spielberg-filmin "Spirit of the Cimmaron" sum hin 17. august verur
sy´ndur
fyri ferstu fer í Noranlondum.
Trii barnafilmurin á Listastevnuni er danski "Úlvagenten Tinka". Hetta
er
ny´ggjur danskur stórfilmur, sum byggir á søguna "Hungerbarnet" hjá Cecil
Bødker.
Filmurin um Úlavgentuna Tinku verur eisini sy´ndur í Suur Bio á
Tvøroyri og
í Atlantis í Klaksvík.
Besti útvarpsleikurin
Leygardagin verður avdúkað, hvør vinnur hálvt hundrað túsund krónur fyri
besta handritið til útvarpsleik.
Kappingina útskrivaði Listastevna Føroya í samstarvi við Útvarpið. Hvør, ið
eigur vinnandi handritið, verður avdukað undir setanini av Listastevnu
Føroya, leygardagin klokkan 14.
Í dómsnevndini, sum mettu um innkomnu handritini, sita Eyðun Johannesen, Lív
Jacobsen, Heðin M Klein og Høgni Joensen.
Útvarpsleikurin, sum byggir á vinnandi handritið, verður sendur í Útvarpinum
leygarkvøldið eftir V4-dráttin klokkan 19.
Í fjør skipaðu somu partar, Listastevnan og Útvarpið, fyri stuttsøgukapping.
Innkomnu søgurnar vórðu givnar út í bók, "Mjørki í Heilum", sum Bókadeild
Føroya Lærarafelags stóð fyri. Við tað høvið vann Hanus Kamban fyrstu
virðisløn fyri stuttsøguna "Angels Place".
Umframt, at vinnandi handritið í ár verður gjørt til útvarpsleik, arbeiðir
Útvarpið eisini við tveimum øðrum handritum, sum komu inn til kappingina í
sambandi við Listastevnu Føroya í ár.
Sigvart Dagsland vitjar
Á Listastevnu Føroya 2002 medvirkar norski sálmasangarin Sigvart Dagsland
Annan stevnudagin, sunnudagin 4. august, verður konsert í Høllini í
Norðurlandahúsinum við kenda norska sangaranum Sigvart Dagsland. Hann er úr
Stavanger og hevur givið út eina røð av fløgum á plátfelagnumm Kirkelig
Kulturverksted. Seinastu tíðina hevur Sigvart samstarvað við svenska
gittaraleikaranum Georg "Joje" Wadenius. Við sær til Føroya hevur Sigvart
hesi fólk: Eilif Stene, Karl Olof Wennerberg og Torjus Vierli.
Á Listastevnuni syngur Sigvart Dagsland norðurlendskar sálmar, sum vit øll
kenna, umframt nútíðar gospel og popp, har nærvera er lyklaorðið. Hann
bjóðar eina andaliga uppliving, sum nemur hvørt hjarta, ið hevur áhuga fyri
norðurlendsku sálmunum, frá Grundtvig til Linu Sandell. Millum kendastu
útgávur Daglsands er "Det er makt i de foldede hender".
Sunnudagin 4. august í Høllini í Norðurlandahúsinum kl. 19:30
Kostnaður 150 kr.