Listastevnan 2002 verður sett í dag klokkan 14.00. Fyrrapartin í gjár varð ein seinasta hond løgd á allar fyrireikingarnar, og var ein rúgva at gera uppi í Norðurlandahúsinum.
? Vit eru klár til setanina í morgin, sigur Birgir Kruse, stýrisformaður fyri Listastevnuna 2002.
? Her er ein rúgva at gera, og fleiri fólk hava ringt inn við fyrispurningum. Tiltøkini eru so fjølbroytt og ymisk, so tað eru nógvir ymiskir fyrispurningar. Spurt verður um alt frá ølskeinking til bussútleigan.
Fyrrapartin í gjár vóru eisini ein rúgva av fólki uppi í Norðurlandahúsinum. Bæði útlendingar og føroyingar, sum fyrireika Listastevnuna gingu og mólu um beinini á hvør øðrum.
Ein persónur er settur av at taka ímóti og innkvartera teir ymsu gestirnar, og hevði hon úr at gera henda morgunin fyri Listastevnan fer av bakkastokki.
Men ongin ivast. Listastevnan verður klár at seta í dag klokkan 14.00.
Myndatxt: Tað er úr at gera uppi í Norðurlandahúsinum í hesum døgum
Mynd: Álvur Haraldsen










