Listasavn Føroya hevur á øðrum sinni kannað øll listaverk, sum savnið eigur ella hevur í varðveitslu, útlánt listaverk íroknað. Harumframt eru øll grafisk prent og tekningar skrásett fyri fyrstu ferð, og tí er hetta fyrsta fullfíggjaða skrásetingin, sum gjørd er á savninum.
Sambært viðtøkum og mannagongdum Listasavns Føroya er tað álagt stovninum at skráseta øll listaverk, ið savnið varðar av, og at kanna tey regluliga. Skrásetingin skal vera so nágreinilig sum gjørligt, tí hon er neyðug til frama fyri varðveitslu, gransking og miðling av listaverkunum. Bara almennir stovnar kunnu lána listaverk frá savninum, ið ásetir treytir fyri láni.
Villur rættaðar
Nú ið skrásetingin er endurskoðað, og øll grafisk prent, tekningar og nýkeypt listaverk eru tald uppí, varðar savnið av 2048 listaverkum, júst 1000 listaverk fleiri enn frammanundan. Listasavn Føroya lænir í løtuni 585 listaverk út til almennar stovnar. Tryggingarvirðið á øllum listaverkunum er á leið kr. 47 milliónir. Konservatorur kannar regluliga standin á listaverkunum. Standurin er lýstur í skrásetingini. Fleiri horvin listaverk eru funnin, og talið á horvnum listaverkum er nú niðri á 52.
Í endurskoðaðu skrásetingini eru nógvar villur rættaðar, sum eyðvitað eru komnar fyri í tí drúgva arbeiði, tað er at skráseta so mong listaverk. Eisini eru nýggjar upplýsingar fingnar til vega um mong listaverk. Villurnar og nýggju upplýsingarnar snúgva seg um m.a. myndaheiti, stødd, tøkni, staðseting, dagfesting og signaturar. Skrásetingin er vorðin nágreiniligari, tí at allar áskriftir framman og aftan á listaverkunum eru skrásettar. Út frá áskriftunum ber til at vita nógv áhugavert um einstøk listaverk, m.a. hvat tey upprunaliga kostaðu, hvar tey eru sýnd fram, og hvørjar viðmerkingar listafólk hava til listaverkini ella umstøðurnar rundan um tey.
Út á netið
Fotomyndirnar av einstøku listaverkunum vóru sum heild vánaligar, men nú eru fleiri hundrað listaverk avmyndað av serkønum fotografum. Tær fotomyndirnar kunnu brúkast bæði til skrásetingina og møguligar endurgávur. Arbeitt verður við at fáa so nógv listaverk sum gjørligt avmyndað av serkønum fotografum.
Listasavn Føroya arbeiðir eisini við einari skráseting av listaverkum á øðrum hondum. Har eru higartil 487 listaverk skrásett hjá fýra listafólkum: Beintu av Reyni, Fridu Zachariassen, Inga Joensen og Ruth Smith.
Sambært viðtøkunum skal partur av skrásetingini verður tøkur á netinum fyri almenninginum. Hesum verður arbeitt við í løtuni.










