Listaskálin á Tvøroyri spennir seg út

Nýggi listaskálin í Suðuroynni, Gallarí Oyggin á Tvøroyri, hýsir í løtuni danskari og íslendskari list og hetta er í samstarvi við Norðurlandahúsið

Í juli lat nýggjur listaskáli upp í Suðuroynni. Sýningin, sum nú er á skránni, er onnur sýningin í stásiligu hølunum, sum Palle Julsgart hevur gjørt í kjallara sínum.

Palle er áhugaður í list og sæst hetta eisini uttanfyri hús hansara, har standmyndir prýða urtagarðin. Nú hevur hann latið upp nýggjan skála, nevndur Oyggin.


Samstarv


Palle heldur, at tørvur er á at menna mentan og list á bygd. Tí er hann farin undir at sýna fram. Palle málar sjálvur og undirvísir á kvøldskúla og hann leggur dent á, at uttan hjálp frá eldhugaðum næmingum, hevði ikki gingið so væl at fingið hølini liðug.

Eitt av endamálunum við Norðurlandahúsinum er at menna mentan og list í Føroyum, ikki bert í húsinum sjálvum og har um leiðir. Hetta hevur mangan verið víst á og Palle tók hetta í álvara.

Hann setti seg í samband við húsið og legði upp til samstarv. Leiðslan í Norðurlandahúsinum tók fegin av tilboðnum og sostatt er sýningin, sum nú er á skránni, í tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið. Tað var eisini stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjørvar, ið lat sýningina upp.

Undir eini trappu er gjørt fast pláss til tónleikaframførslur og tá sýningin lat upp var tað Jens Mortan Mortensen, ið leikti.


Donsk og íslendsk list

Framyvir er ætlanin, at tá okkurt áhugavert verður súnt fram í Norðurlandahúsinum, og um møguleiki er, so skal hetta eisini sýnast fram í skálanum á Tvøroyri.

Í løtuni eru tað donnsk og íslendsk listafólk, ið sýna fram. Tey eru Helga Kristmundsdóttir, Michael Thomsen og Magnus T. Magnusson

Helga er fødd í Íslandi, men býr í Danmark har hon er kend. Hon hevur havt fleiri syningar har og varð í 1998 vald til ársins listafólk í Ebeltoft. Hon sýnir fram málningar.

Michael Thomsen úr Danmark fæst við keramikk og Magnus T, Magnusson, Teddy, er úr Íslandi og fæst við træskurð. Hann sýnir fram veggmyndir og standmyndir. Hann er kendur listamaður.


Per Kirkeby til Føroya

Palle Julsgart sigur, at undirtøkan hevur verið góð og fólk koma úr allari oynni at vitja Gallarí Oynna.

Palle hevur ætlanir um at fáa í lag framsýning við føroyskum listafólkum. Hann hugsar um t.d. Trónd Patursson og onnur, men enn er hetta ikki komið til nakað ítøkiligt.

Í Gallararí Oynni er eisini møguleiki at keypa kort , plakatir og smærri málningar hjá Jens Frederiksen, ið annars sýnir fram í hølunum hjá Tutl í Gongini í Havn í hesum døgum. Eisini eru listabøkur at fáa.

Í kvøldskúlanum undirvísir Palle í málningalist og hann nýtir nógv kenda danan Per Kirkeby at vísa á eins og hann hevur listabók um hann á sølulistanum. Palle avdúkar fegin, at ætlanir eru um, at kendi danin skal vitja hendavegin at arbeiða í Listaskálanum í Havn við plakatum, men júst nær hetta verður ber enn ikki til at siga.


Føst sýning

Umframt sýningar, ið koma útifrá, so er eisini føst sýning á skránni. Heta er milum annað málningar og standmyndir hjá Palla úr rekaviði og ein forvitnisligur steinur úr tunnlinum til Sumbiar.

Oyggin hevur eisini heimasíðu á alnótini, har til ber at vitja, hevur ein áhuga. Adressan er heima.olivant.fo.

Lesið meira um Palla, Oynna og bakgrund og ætlanir í 2?aranum leygardagin