Listasavnið fingið milliónagávu

– Vit eru sera fegin um at kunngera, at Listasavn Føroya hevur móttikið eina stóra gávu frá einum privatum eigara í Danmark .Talan er um eina milliónagávu við heili átta listaverkum eftir Sámal Joensen-Mikines (1906-79).

Tað skrivar Listasavnið í dag.

 

– Vit eru sera takksom fyri hesa stóru gávuna við týdningarmiklum verkum eftir listamannin. Listaverkini eru ein stórsligin gáva til samlingina av Mikines-málningum. Vit gleða okkum til at vísa málningarnar fram fyri gestum okkara, tá savnið letur upp aftur 1. februar, sigur Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavninum

 

Málningarnir eru frá tíðarskeiðnum 1931-62. Myndevnini eru fleiri, sum tit síggja á myndunum. Millum annað eru landslagsmyndir úr bæði Føroyum og Danmark, ein mynd frá eini barr við heitinum »Drykkjuskapur« umframt tveir stórir málningar við kristnum myndevnum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##