7. juni klokkan 18 fólkatingsvalstýrið fyri Føroyar hava fingið allar valevnislistarnar til fólkatingsvalið.
Tað sigur Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum í lýsing, nú fólkatingsval er útskrivað. Tað er Ríkisumboðið í Føroyum, sum varðar av fólkatingsvalinum í Føroyum.
Valhølini lata upp 18. juni klokkan 9 á morgni og lata aftur klokkan 20 á kvøldi – ella so leingi sum fólk standa í kø at velja.










