Hann og konan, Dagmar, hava verið búsitandi í Hirtshals, í Norður Jyllandi, seinastu 8 árini, har Hans Jákup, við sínum serstaka stíli, var vorðin ein býarmynd. Møtti tú honum á gongugøtuni, inni í Aldi ella eftir møti, so segði hann altið: “Góði vinur mín!” Hesi orðini vildu verið passandi áskrift á einum minnissteini eftir Hans Jákup. Hann ynskti ikki at hava stríð við nakran, men hann ynskti at vera ein vinur, og hann sá síni medmenniskju sum vinir.
Fjølbroytti listamaðurin
Tað mesta av sínum lívi hevur hann málað, teknað og yrkt. Mangar eru stovurnar, bæði heima og burturi, sum eru prýddar við hansara vøkru málningum, sum ofta avmynda fjøll og fólk í Norðoyggjum. Ikki so løgið, tí har vaks hann upp. Føddur í Mikladali fyri sjeyti og tveimum árum síðani, men lagnan vildi tað so, at Kallsoyggin gjørdist ikki hansara barndómsoygg, men Kunoyarbygd. Systkini vóru tøtt og tí var tað náttúrligt, at hann fór til ommuna og abban í Kunoy at vera, bert 8 mánaðar gamal. Hann kom ikki aftur at búgva í Mikladali. Tað varð í Kunoy, at hansara listarligu gávur mentust.
Hans Jákup hevði eina andaliga uppliving, sum ungur drongur, eitt kvøldið í túninum í Kunoy, hevur hann sjálvur greitt frá. Hansara andaliga heim gjørdist KFUM í Klaksvík, har hann skjótt gjørdist ein av berandi monnunum aftanfyri streingjakórið. Hann var ikki einans listamaður við pensli og palett, men eisini við penninum. Hann skrivaði bæði yrkingar og sangir, har ímillum fleiri andaligar sangir. Ein tann best kendi er sangurin: “Eg visti um Jesus og hansara leið.” Tað munnu vera mong, sum, tá tey hoyra sangkórið í KFUM í Klaksvík syngja henda vakra og innihaldsríka sangin, skrúva upp fyri ljóðinum á útvarpstólinum, og njóta vakra lagið og innihaldsríka boðskapin.
Dagmar og Hans Jákup valdu fyri átta árum síðani at festa búgv í lítla og friðarliga fiskimannabýnum, Hirtshals. Her dámdu teimum væl og fullu væl til. Tey komu til møtini í samkomuni á Malta, har hann hevur sett eina friðfulla farleið eftir seg.
Palettin
Hans Jákup hevur kroyst mangan litin niður á palettina, og hann hevur strokið mangan pensulin eftir palettini, og hann man hava slitið nógvar palettir tilsamans, síðani hann sum 27 ára gamal gjørdist listamaður burturav. Eins og palettin hevur nógvar litir, so var lívið hjá listamálaranum, úr Norðoyggjunum, ein palett við nógvum litum, bæði bjørtum og døprum. Men nú er palettin løgd fyri seinastu ferð og ymisku litirnir eru gingnir upp í eina fullkomna eind – tann fullkomni málningurin.
Jarðarferðin verður úr Malta í Hirtshals, mikudagin 20. januar, kl.13.00 Tey, sum ynskja at minnast Hans Jákup við blómum ella kransum kunnu lata Malta eina gávu, sum hevur konto í Norðoya Sparikassa. Kistan kemur á Malta mikumorgunin kl.10.00
Vit lýsa frið yvir minni eftir listamálaran, Hans Jákup Glerfoss.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo









