Tær tríggjar listakvinnurnar, Lydia Nielsen, Jórun Haraldsen og Arnleyg Magnussen, allar úr Vágum, boða frá í tíðindaskrivi, at tær sýna fram málningar í døgunum 19. juli til og við 23.juli í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin verður opin allar dagar frá kl. 15 til kl. 18.
Tær tríggjar hava málað saman í mong ár. Seinastu árini hava tær hildið til í gamla møtihúsinum Salem í Miðvági. Vága Kommuna hevur verið so beinasom at latið tær fáa innivist har til teirra listarliga virkið. Húsið verður nú rópt Vága Listastova.
Hóast so ymiskar í stíli, hava tær nú valt at gera eina felags framsýning. Hetta er triðju ferð, at Lydia Nielsen sýnir síni listaverk í Smiðjuni í Lítluvík. Fyrstu ferð hevði hon framsýning har einsamøll, aðru ferð var tað saman við Jórun Haraldsen, meðan tað er fyrstu ferð, at Arnleyg Magnussen sýnir síni listaverk í smiðjuni.









