Tróndur Patursson letur upp framsýning í Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøta 15 í morgin leygardagin kl. 16.
Við á framsýningini eru málningar, fuglar og onnur glasverk, sum geva framsýningini eina góða heild. Framsýningin kann sigast at verða ein "upphiting" til stóru verkætlanina í USA.
Listamaðurin verður til staðar tá framsýningin letur upp. Høvi verður at síggja framsýningina næstu 14 dagarnar.