Frá 2. august verður framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði við Jacob Fuglø, sum er úr Hvalvík.
Jacob Fuglø hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.
Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motivir.
Framsýningin, ið hongur uppi til 23.august, kann vitjast, tá Ribarhús er opið.