Framsýningin er í Gallarí/Studio, sum heldur til í J. Paturssonargøtu 79, og opið er millum klokkan 16 og 20 í døgunum 28. til 1. juli.
Sjálv sigur Harriet, at hon hevur valt, at talan samstundis er um útsølu, tí hon í løtuni hevur somikið nógvar málningar, at talan skjótt verður um veruligt plásstrot.
Til ber tí at geva eitt boð upp á flestu av málningunum, sum verða sýndir fram.
Framsýningni ber heitið “skilnaður”, og sipar hetta til, at fleiri av nýggjastu verkunum eru merkt av hjúnarskilnaði, eins og aðrir skilnaðir eisini eru umboðaðir. Eitt nú, tá flutt verður úr einum landi.










