Listaframsýning í Glyvra kirkju

2. Hvítusunnudag, í dag hin 9. juni klokkan 20, verður listaframsýning í Glyvra kirkju.

2. Hvítusunnudag, í dag hin 9. juni klokkan 20, verður listaframsýning í Glyvra kirkju.

 

Tað skrivar heimasíðan, Fólkakirkjan.

 

Brynolf Lamhauge sýnir fram. Listamaðurin fer at greiða frá um list sína. Í sambandi við framsýningina verður eisini tónlist.

 

Monika Stauss Joensen spælir violin, og Meinhard Bjartalíð spælir orgul. Ein kaffimuður verður eisini at fáa.