Listaframsýning á Ljósfest

Hjarnar á palli á Ljósfest í fjør.

Tann 12. august verður Ljósfest aftur í Vági.

 

Umframt stóra útikonsert á kvøldi, so eru onnur tiltøk eisini á skráni.

 

Til dømis verður listaframsýning í ovaru hædd í Suðuroyar Sparikassa frá kl. 13;00 til 17:00

 

 Bjarni Johansen, borgarstjóri, setur framsýningina.

 

Inngongd millum Sparikassan og Vágs Litbúð.

 

Listafólkini eru Ulla Bærendsen, Sven Erik Stenberg, Mikala Vilhelm, Sigmund Andreasen, Jákup Hjaltalin, Finleif Mortesen og Lív Arge.

 

Hjarnar á palli á Ljósfest í fjør.