( (Báðar páskadagarnar verður listaframsýning hjá Lions Club Eysturoy opin í Runavíkar Skúla, báðar dagarnar frá kl. 15.00 til kl 20.00 og hevur hetta tiltak staðið við síðani 1980, og er sostatt blivin ein fastur táttur av hátíðarhaldinum á staðnum.(Framsýningin verður sett av Fríðgerð Heinesen, borgarstjóra, í Leirvík. Undir setanini fara limir úr Norðljómi at spæla nøkur stykkir, og setir tað altíð ein serligan dám á, tá ungir frískir leikarir leika á ljóføri.(Hesi 26. árini framsýningin hevur verið, er ein fjøld av listaverkum framsýnd. Luttøkan hevur ligið millum 30 og 50 listafólk, við 2 300 góðum og fjølbroyttum listaverkum.(Framsýningin hevur rúma málningum, tekningum, akvarellum og klippum v.m., og hevur gjøgnum árini verið sera fjølbroytt. Saman við royndum og drivnum listafólkum, hava ung og óroynd fólk her haft møguleikar at royna síni listaligu evnir og sýna tey alment fram, fyri seinni at vera við til mynda tann listarliga hópin. Í ár sýnist áhugin til at luttaka í framsýningini at vera størri enn nakrantíð.
Allur ágóðin verður latin til vælgerandi endamál.