Mánadagin 16. mai letur ein framsýningin hjá Sofusi Poulsen upp á Torginum í SMS.
Talan er um eina framsýning við umleið 30 olju- og vatnlitsmálningum, sum allir eru málaðir í 2011. Myndevnini eru úr føroysku náttúruni, og málningarnir taka støði í skiftandi náttúruni og føroyska veðurlagnum, umframt grindadrápi, føroyska dansinum og reliefmyndir um Jesu lív.
Hetta er aðru ferð at Sofus sýnir fram á Torginum, og framsýningin er opin til og við leygardagin 21. mai. Umframt hesa framsýningina hevur Sofus eina permanenta framsýning í málaraskemmu síni í Kvívík.
Mynd: Jens Kristian Vang