Ein listaframsýning hjá Edith Mørkøre letur upp í Gallarí Elisabeth í morgin. Framsýningin letur upp Dýra biðidag kl 14 í Gallarí Elisabeth í Saltangará. Gallaríið er við Heiðavegin í húsinum norðan fyri Eysturoyar Heimavirki og yvir av Telebúðini. Opið verður fríggjadagin frá 14-19, leygardagin frá kl 11-16 og sunnudagin frá kl. 14-18.










