Jóna Kristin Thomsen er 26 ára gomul og lesur sálarfrøði og heimspolitikk í London. Hon er rytmiskur fimleikari og dansari og hevur verið í Danmark, London og stutt tíðarskeið í New York og nomið sær útbúgving innan dans. Hon hevur verið partur av fleiri uppsetingum í Føroyum, m.a. Josef og litfagra dreymakotið, gøtusjónleiki á ólavsøku, Listastevnuni, Hendur og Hugflog, og henni dámar sera væl at arbeiða innan ymiskar dansistílar, bæði sum dansari og koreografur. Hon hevur eisini verið venjari innan dans og fimleik í fleiri tíðarskeiðum.
Eftir lokið Bachelourat kundi Jóna hugsað sær at hildið fram við listarligum arbeiði innan dansi, og serliga heldur hon samfelagslig og sálarfrøðilig evni eru spennandi íblástur til hetta.










