Listaframsýning á Hotel Runavík

Fanny Karbech Mouritsen av Saltnesi hevur málningaframsýning á Hotel Runavík í Mentanarvikuni í Runavík 22. – 29. oktober.


Fanny er úr Havn, dóttir Marin, f. Jacobsen, og Gunnar Karbech Mouritsen, Gunnar í Snikkarastovu, málarameistara í Havn.
 
Fanny flutti til Danmarkar fyri tíggju árum síðan, men býr nú aftur í Føroyum. Tað eru sjey ár síðan hon byrjaði at mála, og hevur hon fyrr havt framsýningar í Sindal og Hirtshals. Fanny sigur at møguliga liggur tað til familjuna at mála, tí mamma hennara var systkinabarn til bæði William Heinesen og Bent Restorff, sum báðir vóru kendir listamenn. Pápi hennara dugdi eisini væl at mála málningar, men var ikki við á nakrari framsýning.

Framsýningin verður opin hvønn dag í Mentanarvikuni frá kl. 10.00-18.00.