Listaframsýning hjá Lions í Eysturoy

Listaframsýning hjá Lions Club Eysturoy 24 ár á baki í Runavíkar Skúla verður á páskum

Tíðindaskriv
???????????

Báðar Páskadagarnar verður árliga listaframsýningin hjá Lions Club Eysturoy opin í Runavíkar Skúla, báðar dagarnar frá kl. 15 til 20, og hevur hetta tiltak staðið við síðani 1980, og er sostatt blivin ein fastur partur av hátíðarhaldinum á staðnum.
Framsýningin verður sett fyrra páskadag kl 15 av Jógvan á Lækjuni, landsstýrismanni í mentanar-málum. Undir setanini fer Frelsunarherurin at luttaka, og seta tey altíð ein serligan dám á, har tey eru við.
Hesi 24 árini framsýningin hevur verið, er ein hópur av listaverkum framsýnd. Luttøkan hevur ligið millum 30 og 50 listafólk, við 2-300 góðum og fjølbroyttum listaverkum.
Framsýningin hevur rúmað málningum, tekningum, akvarellum, og klippum v.m., og hevur gjøgnum árini verið sera fjølbroytt. Saman við royndum og drivnum listarfólkum, hava ung og óroynd fólk her havt møguleikar at royna síni listarligu evnir og at sýna tey alment fram. Í ár sýnist áhugin til at luttaka í framsýningini at vera størri enn nakran tíð.
Á framsýningini vera eisini lutaseðlar seldir av listaverkum, og fer samlaði ágóðin av tiltakinum í ár til arbeiðið hjá Frelsunarherinum.