Listaframsýning í Eik í Miðvági

Fyri at royna okkurt nýtt og óvanligt, hevur Eik í Miðvági bjóðað listafólki at hava málningaframsýning í hølum bankans í ein mánað ísenn.

Og beint nú er tað listakvinnan úr Miðvági, Jóna Birgit Nattestad Olsen, sum vísir nakrar av sínum abstraktu akryl-málningum í bankanum, har tað ber til at síggja tær, tá ið bankin hevur opið.

Jóna Birgit Nattestad Olsen er lærari í Miðvágs Sandavágs skúli og hon er eisini koyrilærari

Hon hevur altíð havt áhugað fyri at skapa við hondunum. Hon málar rættiliga nógv og hevur havt framsýningar ymsastaðni í Vágum og í Havn síðani 2007.

Á Myndini er hon í Smiðjuni í Lítluvík, har hon hevði framsýning í heyst.