Listaframsýning á Áarvegnum

Mánadagin lat ein framsýning hjá listakvinnuni Edith Mørkøre upp á Áarvegnum í Havn.

Edith málar út frá menniskjaligum virðum, og á framsýningini er abstrakt /ekspresionistiskt list at síggja. Íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum, og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.

Framsýningin er opin mikudagin og hósdagin frá kl. 12-18, fríggjadagin frá kl. 12-20, leygardagin frá kl 10-14 og flaggdagin 25. apríl frá kl. 14-20.

Edith er fødd í 1979, er ættað av Argjum og er búsitandi Inni á Gøtu í Hoyvík. Hon hevur málað, síðan hon var tannáringur og hevur gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.

Edith hevur verið við á fleiri ymiskum framsýningum bæði í Føroyum og í Danmark.