Listafólk fingið hús í Tjørnuvík

Sunda kommuna hevur latið LISA eini hús til nýtslu

30. mai 2014 skrivaðu Sunda Kommuna og LISA, Listafólkasamband Føroya, undir samstarvssáttmála um nýtslu av Tjørnuvíkar skúla. Gamli, hugnaligi skúlin í Tjørnuvík hevur staðið tómur í nøkur ár.

 

Sunda Kommuna setti seg í samband við LISA fyrr í ár, og bjóðaði felagsskapinum húsini at nýta til gestaíbúð. LISA umsitur gestaíbúðina og umsøkn um vist í Tjørnuvík skal sendast til : lisa(at)lisa.fo.

Í LISA siga tey seg fegnast stórliga um hetta framtak.