Listafólkið ynskir sær Hoydalar

Freistin at lata uppskot inn til Mentamálaráðið, um hvat Hoydalar skulu brúkast til, tá Glasir flytir haðani, var úti í dag.

 

Hóast einki alment er komið út um hvørji uppskot eru komin inn, so hevur LISA, Listafólkasamband Føroya, boðað frá sínum ætlanum. Tey kundu hugsa sær, at Hoydalar vórðu gjørdar til eina listaliga miðstøð, sum savnar fólk um listaskapan og listaligar upplivingar.

- LISA sær í Hoydølum ein søguligan møguleika fyri at gera eitt umhvørvi, har listafólk arbeiða hvør sær, tvørfakligt og savna altjóða samstarvsfelagar á einum staði at framleiða og sýna fram, skrivar felagsskapurin í einum faldara, sum tey hava prentað til høvi.

 

Í morgin verður faldarin handaður Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum og øll tingfólkum.

- Hoydalar sum eitt livandi, opið stað á tremur við tilboðum til borgararnar og samstundis eitt stað, sum kann bjóða arbeiðsfrið og sjálvvalda avbyrging til hugsavnan í egnum arbeiðshølum, stendur í faldaranum.

 

- Í Hoydølum kann LISA gera eitt slag av staði, sum ikki finst frammanundan í Føroyum. Eitt stað, har listin og listafólkini hoyra til, skrivar LISA.

 

Trýst her fyri at síggja faldaran.