Kortini hava ta seinastu tíðina verið nøkur útboð, har myndlistafólkini, hava fingið nógv verri treytir enn aðrir veitarar til bygningsverkætlanir í Tórshavnar kommunu. Hetta hevur serstakliga víst seg við stuttum tíðarfrestum, har krøvini til listarliga dygd, tær teknisku loysnirnar og realistisku prísmetingarnar neyvan kunnu lúkast. Uppskotini gerast tí hastverk og úrslitið ikki tað best hóskandi.
Hetta kundi týtt upp á, at Listabólkurin hjá Tórhavnar kommunu ikki hevur neyðugu serfrøðina til at døma um, hvørjar treytir skulu vera, fyri at listafólk kunnu veita verkætlanir, sum hóska til verandi byggiverkætlanir. Føroysk Myndlistafólk heita tí á kommununa um at víðka Listabólkin við hesi serfrøðini.
Føroysk Myndlistafólk loyva sær tí at gera vart við fylgjandi í sambandi við kappingina útskrivað tann 22-4-2010 um Fimleikastandmynd í Gundadali:
Tíðarfrestin, 22. apríl til 25. mai er ov stutt.
Nevndin, sum velur út, skal víðkast við fólki við serfrøði innan fyri myndlistaøki, til dømis eitt listafólk ella ein listfrøðing.